Hesaferð um standmyndir í Havn, yrkingasavnið Skál hjá Daniu Tausen og superdreymar hjá Tummas Jákup Thomsen
Havnin rúmar nógvum standmyndum. Nakrar standa væl; aðrar minni væl. Ole Wich, listarfólk, ummælir nakrar av teimum.
Dania O. Tausen hevur latið úr hondum yrkingasavnið Skál, sum snýr seg um ein ferð - bæði ítøkiliga av Toftum til Havnar - men eisini andaliga.
Tummas Jákup Thomsen samdroymir. Nakrir dreymar eru so veruligir, at hann ivast, um teir eru veruligir ella bara fantasi. Nú skrivar hann bók um sínar dreymar.