Lyst

Lyst 42
15-10-2021
Hesaferð um útgávuna hjá Knúti Háberg Eysturstein og um borgarligu størvini hjá Joe & The Shitboys.

Tvey innsløg eru við Lyst hesaferð.

Fyrra innslagið byggir á upptøkur við Joe & The Shitboys frá í summar. í sambandi við ein dokumentar.

Dokumentarurin, sum skuldi lýsa munin á rokkstjørnulívinum og gerandisdegnum, varð av ongum, tá festivalarnir blivu avlýstir í summar.

Vit náddu tó at gera nakrar upptøkur, sum eru kliptar til eitt longri innslag.

Seinna innslagið er samrøða við Knút Háberg Eysturstein, sum er liðugur við sína fjórðu útgávu.

Ùtgávan er upptikin í tónleikahølunum í Hoydølum, har tónleikarar eru slopnir at leiga seg inn.

 

 

Lyst

Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.

Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.

Í sendingini hesaferð eru vit í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík, vit vitja Óla P og kava niður í myrkið saman við Svartmálmi
16-02-2018
Hesaferð um minkandi fløgusølu, um stjørnuna hjá Steintóri Rasmussen og um býráðshúsið í Klaksvík, sum einaferð skuldi vera ein banki.
09-02-2018
Hesaferð um veruligar sannleikar í skaldskapi, um framsýningina hjá Sigrun Gunnarsdóttir í Listaskálanum og um Hotel Havgrím.
02-02-2018
Hesaferð um blómandi amatørsjónleik í eysturoynni, kvinnuligar verur á lørift og ein gávumiklan listasavnara av Sandi.
26-01-2018
List til láns á Listasavninum, nýggja útgávan hjá Hamferð og nýumvælda Aulan í gamla kommunuskúlanum í Havn eru evnini í aðru sendingini Lyst.
19-01-2018
Kitsch-list í almenna rúminum, ein hollendskur fagottleikari og nýggja býráðshúsið í Gøtu eru tey trý evnini í fyrstu sendingini Lyst.
12-01-2018
  •