Lyst

Lyst 53
29-03-2022
Hesaferð um abstraktan elektroniskan tónleik frá Heðini Ziska Davidsen og um Miusa træ, sum Ole Jakob Nielsen dreyar til lampuskíggja.

Fyrra innslagið er samrøða við Heðin Ziska Davidsen, sum var partur av tiltakinum Ravlitt fyrr í mánaðinum.

Hann hevur gjørt eina elektroniska ljóð-installatión í Perluni. 

Verkið er so abstrakt, at tað er torført í veruleikanum at kalla tað fyri tónleik. Líka leggur eigaramaðurin í tað.

Seinna innslagið snýr seg um Ole Jakob Nielsen, sum hevur átikið sær uppgávuna at dreya nýtt lív í Miusa træ, sum varð felt á Vaglinum í fjør.

 

Lyst

Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.

Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.

Hesaferð um Rokksavnið í Klaksvík og um Warhammer-treff á Skúlanum á Fløtum í Havn.
05-04-2022
Hesaferð um abstraktan elektroniskan tónleik frá Heðini Ziska Davidsen og um Miusa træ, sum Ole Jakob Nielsen dreyar til lampuskíggja.
29-03-2022
Hesaferð um kórsang í Vestmanna, framsýning um landslag í Listasavninum og um at endurfinna hugin at mála
22-03-2022
Fernisering í Gallarí Havnará, nýggja teknirøðin hjá Tóka Jansson og átta Mikines-málningar sum gáva til Listasavnið eru evnini hesaferð.
15-03-2022
Hesaferð um skemtileik í Gøtu, Torbjørn Olsen í Klaksvík og metaltónleik í Leynum.
01-03-2022
Sendingin er upptikin í Keypmannahavn, har vit vitja Andrias Høgenni í DR Byen og høvuðsleikararnar í Trom á einum hotellkamari.
11-02-2022
Hesaferð um gittarar, telduspøl og um krimibók
29-01-2022
Fyrireikingar til framsýning hjá ávíkavist Jógvani Asbirni Skaale, sála, og Arnoldi Vegghamar eru innsløgini í sendingini.
21-01-2022
Hesaferð um adaptivan tónleik hjá Magna Husgaard, skemt frá leikbólkinum Fják og bókaútgáva frá Heiðriki á Heygum
03-12-2021
Markið fyri satiru, alternativur lovsongur og Swangah fylla hesa sendingina.
26-11-2021
Vit hoyra Beinir Bergsson lesa yrkingar, Ara Hammer Joensen spæla orgul og síggja Jón Sonna Jensen sproyta og stoypa.
05-11-2021
Mia Smith, Ruth Smith og Fótur í Hosu eru evnini hesaferð.
28-10-2021