- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lyst
Í fyrsta innslagi verður hugt nærri at ferðaálitinum í fjør, har mælt varð til, at bygdasøvnini kring landið mugu professionaliserast.
Annað innslag er samrøða við listamannin Frits Johannesen, sum hevur framsýning við sín gamla næming Øssur Mohr.
Triðja innslag er rundferð í Krígssavninum í Miðvági, sum hevur nógvar forvitnisligar lutir. Eitt nú eitt gamalt bræv frá einum russiskum admirali, sum hevði loyniligan fund í Sørvági.
Lyst
Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.
Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.