Lyst 17
19-10-2018
Hesaferð um ta góðu portrettmyndina, Pin-Up kalendaran hjá Heiðrikki og leikin um Jørund Hundadagakong
Fyrsta innslag snýr seg um ta góðu portrettmyndina. Vit hava biðið Nils Ohrt, stjóra á Listasavninum um at finna sínar tríggjar yndismyndir.
Næsta innslag er samrøða við Heiðrikk á Heygum, sum hevur gjørt ein Pin-Up kalendara.
Triðja innslag er reportasja frá seinastu venjingini í Sjónleikarhúsinum, har leikurin um Jørund Hundadagakong verður framførdur.