- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lyst
Fyrsta innslag er upptikið í heiminum hjá Gretu Svabo Bech í Miðvági, har fleiri løg verða send út í næstum.
Annað innslag er samrøða við samskiparan hjá Tórshavnar Big Band um átakið at savna inn føroyskt-skrivað jazz-verk. Eisini er prát við Herluf Lützen, sum hevur skrivað hitt seinasta í røðini.
Triðja innslag upptikið í Sjóvinnuhúsinum, har Sakaris Stórá er fluttur inn at leggja seinastu hond á nýggja handritið til filmin Oktober.
Lyst
Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.
Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.