Lyst

Lyst 26
11-02-2019
Hesaferð um Gretu Svabo Bech, Tórshavnar Big Band og Sakaris Stórá

Fyrsta innslag er upptikið í heiminum hjá Gretu Svabo Bech í Miðvági, har fleiri løg verða send út í næstum.

Annað innslag er samrøða við samskiparan hjá Tórshavnar Big Band um átakið at savna inn føroyskt-skrivað jazz-verk. Eisini er prát við Herluf Lützen, sum hevur skrivað hitt seinasta í røðini.

Triðja innslag upptikið í Sjóvinnuhúsinum, har Sakaris Stórá er fluttur inn at leggja seinastu hond á nýggja handritið til filmin Oktober.

 

Lyst

Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.

Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.

Hesaferð um yrkislistalønirnar, um eitt stórverk í Oyndfjarðar kirkju og um skaldskapin hjá Regini Dahl
25-10-2018
Hesaferð um ta góðu portrettmyndina, Pin-Up kalendaran hjá Heiðrikki og leikin um Jørund Hundadagakong
19-10-2018
12-10-2018
Hesaferð um várframsýningina, Signar í Homrum og illu Beintu, sum ikki var so ill.
15-05-2018
Listarverkini í Betri Samtakinum og nýggja listarliga kósin hjá Martini Joensen eru evnini í Lyst hesaferð
20-04-2018
Banknordik-savnið og samrøða við Dánjal á Neystabø rúma sendingina hesaferð.
13-04-2018
Álit um bygdasøvn, samrøða við Frits Johannesen og rundferð í Krígssavninum í Miðvági eru evnini hesaferð
06-04-2018
MVG á innflutta føroyska list, Janus á Húsagarði og Báta- og Listasavnið í Leirvík eru evnini hesaferð
23-03-2018
Starvslønirnar hjá Mentanargrunninum, fyrireikingarnar hjá Pipari & Salt og dýrgripirnir á Tjóðsavninum eru evnini hesaferð.
16-03-2018
Filmsgrunnurin, sum hevur latið stuðul til tveir stýrislimir í sama grunni, Silvurdrongurin og Sjónleikarhúsið eru evnini hesaferð
09-03-2018
Ógegnið í almennum stuðulsnevndum, felags framsýning í Skipasmiðjuni og privat listasavn á Ternuryggi eru evnini hesaferð.
02-03-2018
Hesaferð eru vit í Spaniastovu í Klaksvík, vit eru til sjónleik og hoyra um lívið hjá listamálaranum, Jóannis Kristiansen
23-02-2018