- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lyst
Lyst 29
01-03-2019
Hesaferð um ætlanina við almennari tónleikaútflutningsstovu, um bólkin Dubium og um film um illar andar í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Fyrsta innslag er prát við landsstýrismannin í vinnumálum, sum hevur játtað 800.000 krónur til at seta eina almenna tónleikaútflutningsstovu á stovn.
Annað innslag er vitjan í Rituvík, har tónleikabólkurin Dubium heldur til. Bólkurin hevur júst latið eina EP úr hondum.
Triðja innslag er prát við Pabli Merín, sum hevur leikstjórnað filmin Illir Andar, ið er upptikin og nú verður vístur í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Lyst
Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.
Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.
Hesaferð um útgávuna hjá Knúti Háberg Eysturstein og um borgarligu størvini hjá Joe & The Shitboys.
15-10-2021
Fyrsti partur av Lyst í heyst snýr seg um Høgna Mohr, sum er stríðist í Tjørnuvík við nýggjari skaldsøgu, og um Gamejam, sum var hildið í síðsta mánað.
08-10-2021
Hesaferð prát við nýggja formannin í Mentanargrunninum, Astri Luihn og við lesandi á nýggju tónleikaútbúgvingini.
05-03-2021
Hesaferð um standmyndir í Havn, yrkingasavnið Skál hjá Daniu Tausen og superdreymar hjá Tummas Jákup Thomsen
05-02-2021
Hesaferð um broyttu føstu framsýningina á Listasavninum, um listarmálaran Eydnu Steinberg og um tónleikaran Sigmund Zachariassen
29-01-2021
Listaboykott, upprisni bólkurin Feliks og nýggjur leikur á Tjóðpallinum verða lýst í sendingini hesaferð
22-01-2021
Hesaferð um tekningar hjá Janusi á Húsagarði, leirlist hjá Guðrið Poulsen og linoleumskurðar hjá Bárði Dal Christiansen
29-03-2019
Hesaferð um orrustuna eftir dokumentarin um Michael Jackson, um húsvillar sjónleikarar í Klaksvík og um Urbanus Olsen, sum ger tónleik umborð
15-03-2019