Hesaferð um orrustuna eftir dokumentarin um Michael Jackson, um húsvillar sjónleikarar í Klaksvík og um Urbanus Olsen, sum ger tónleik umborð
Fyrsta innslag tekur støði í kjakinum um at forbjóða tónleikinum hjá Michael Jackson, eftir at dokumentarurin Leaving Neverland varð vístur á HBO í síðstu viku. Kjarnin í kjakinum er spurningurin, hvørt tú kanst atskilja listaverkið frá listarfólkinum.
Annað innslag er reportasja úr pinnarínum í Klaksvík. Sjónleikararnir í býnum hava hersett aðru hædd, har teir seta upp leikin Kraddarin.
Triðja innslag er samrøða við Urbanus Olsen, sum er kokkur umborð á Norðborg. Hann er eisini tónasmiðjur. Hugskotini til løgini tekur hann ofta upp í kahyttini umborð.