- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mett fyri minni
Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen er vertur í nýggju matsendirøðini "Mett fyri minni".
Sunniva er fólkalívsfrøðingur við sergrein í mati. Hon er eisini mataktivistur og stríðist fyri at fáa føroyingar at eta føroyskan og burðardyggan mat. Í sínum arbeiði og verkætlanum hevur hon hitt nógvar matframleiðarar kring landið, sum hava nóg góð og bílig hugskot.
Sendirøðin "Mett fyri minni" er í trimum partum, fyrsti partur er tøkur á heimasíðuni hósdagin.

Mett fyri minni
Visti tú, at tú kanst eta ókrút?
Visti tú, at tú kanst nýta blóð í staðin fyri egg?
Visti tú, at tú kanst fara ókeypis á seiðaberg í Nólsoy?
Nógv góð og bílig mathugskot liggja goymd kring landið.
Og nøkur av teimum hevur mataktivisturin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen sett sær fyri at fáa fram í ljósið í matsendirøðini "Mett fyri minni", sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt.