- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mett fyri minni
Í fyrsta parti vitjar Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen plantuommuna í Nólsoy, sum millum annað ger mat burtur úr (g)ó(ð)krúti. Kokkurin Sonni Zachariassen vísir okkum, hvussu hann ger gott soð burtur úr øllum millum himmal og jørð. At enda verður vitjað heima hjá kondittaranum Malene Fischer Waag, sum ger dessert burtur úr avlopsfruktum.

Mett fyri minni
Visti tú, at tú kanst eta ókrút?
Visti tú, at tú kanst nýta blóð í staðin fyri egg?
Visti tú, at tú kanst fara ókeypis á seiðaberg í Nólsoy?
Nógv góð og bílig mathugskot liggja goymd kring landið.
Og nøkur av teimum hevur mataktivisturin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen sett sær fyri at fáa fram í ljósið í matsendirøðini "Mett fyri minni", sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt.