- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mett fyri minni
Matarskráin hesaferð kann bjóða grønmeti við níggju lívum, ókeypis seiðaberg í Nólsoy og undirmett bjølgmeti at nýta ístaðin fyri kjøt. Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen vitjar Gunnhild Dahl Niclasen, sum vísir, hvussu tú kanst planta grønmeti av nýggjum. Jógvan Thomsen vísir tráðurnar og kryvjiborðið, sum tey hava fingið sett upp í Nólsoy til øll at nýta ókeypis, hava tey hug at fara á seiðaberg. Og Snorri Patursson vísir okkum, hvussu tú kanst býta kjøtið um við tað nógv bíligari bjølgmeti, sum er eins proteinríkt.

Mett fyri minni
Visti tú, at tú kanst eta ókrút?
Visti tú, at tú kanst nýta blóð í staðin fyri egg?
Visti tú, at tú kanst fara ókeypis á seiðaberg í Nólsoy?
Nógv góð og bílig mathugskot liggja goymd kring landið.
Og nøkur av teimum hevur mataktivisturin Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen sett sær fyri at fáa fram í ljósið í matsendirøðini "Mett fyri minni", sum skal geva hyggjaranum íblástur at eta stuttflutt og burðardygt.