– Klassiski gittarin var leingi tann illavorðni lítlibeiggin, greiðir Ólavur Jakobsen frá. Sjálvur hevur hann eisini eina øðrvísi tilgongd enn tey flestu til tað at gerast klassiskur tónleikari. Tí hann var stórt sæð sjálvlærdur, til hann fór á konservatoriið.
Pápin spældi gittara, og heima við hús vóru fleiri gittarar, sum hann royndi seg á. Sum hjá øðrum dreingjum, var tað popp- og rocktónleikurin, sum fyrst dróg, men tá hann ein dagin hoyrdi Segovia spæla Bourré hjá Bach, var hann seldur. Har var einki at gera. Hann fór av sínum eintingum at læra seg at spæla klassiskt, hann lurtaði og spældi, og sjálvur heldur hann tað vera ein fyrimun, at hann lærdi seg gjøgnum oyruni og út í fingrarnar.
Ólavur Jakobsen hevur nýliga keypt sær ein spildurnýggjan Fleta-gittara, sum er tað besta av tí besta, tá tað kemur til klassiskan gittara. Men hann hevur eisini ein stratocaster standandi í einum horni, og hóast hann er hugfangaður av nýggjum og eldri klassiski tónleiki, so leitar hann eisini aftur til Led Zeppelin og Eagles viðhvørt.
"Mítt ljóðføri og eg" er ein sendirøð í útvarpinum, har tosað verður við tónleikarar um tónleik og lívsleið - og so teirra samband við tað ljóðføri, sum teir spæla.
Hoyr Ólav Jakobsen greiða frá. Ingi Rasmussen leggur til rættis.