Nert ikki við

Vit nerta við hjúnaskilnað
23-11-2022
P1
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?

Nýggja útvarpssendingin "Nert ikki við" snýr seg um at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan fyri sálarheilsuøkið í Føroyum.

Í dag nerta vit við hjúnaskilnað, og alt tað, ið fylgir við hesi stóru broyting.

Vit tosa við Silju av Reyni Wennerström, hvørs foreldur fóru frá hvørjum øðrum, tá ið hon var smágenta. Vit hoyra, hvussu tað var at standa mitt í rokinum.

Síðani tosa vit við Hergeir Eldevig, sum fortelur, hvussu tað er at skiljast eftir nógv ár. Hvat gert tú tá við børnini?

Til tað fakliga sjónarmiðið hava vit prátað við Súsonnu Nordendal og Ejler Eysturtún, sum bæði koma frá Familjufyrisitingini.

Vertir eru Anna Joensen-Næs og Bjørt Lind.

Nert ikki við

Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligt og ein fakligt sjónarmið.  Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Hvørjar fordómar hava vit áhaldandi um sálarsjúku og psykiatri? Í dag nerta vit við stigma og fordómar anno 2024 sent frá Altjóða Sálarheilsudegnum 2024
12-10-2024
"Á summar háttar kann tað samanberast við kvinnur, ið eru útsettar fyri harðskapi. Isolatiónin, manglandi fatanin og skommin er ólivilig"
22-08-2024
Hvat er einsemi? Hvat er munurin millum at kenna seg einsamalla/n og vera fyri seg sjálva/n? Hví kenna so nógv seg einamøll í dag? Í dag nerta vit við einsemi
15-08-2024
Hvussu kann arkitekturur og list ávirka okkara sálarheilsu? Hvat er týdningarmikið at hugsa um, tá ið vit velja hvussu psykiatri og annað skal síggja út?
08-08-2024
Kanningar vísa, at fólk ið bera brek, hava verri sálarheilsu enn tey, ið ikki bera brek. Hvussu ber hetta til? Í dag nerta vit við at bera brek
01-08-2024
Hvat hugsar tú, tá ið vit siga "psykosa"? Hvat er ein psykosa? Hvussu kennist tað at hava eina psykosu?
25-07-2024
Hvussu er tað at vera maður í dag? Hvat virði hevur maðurin í dag? Hvussu ber tað til at sjálvmorðsratan hjá mannfólki í stóran mun er hægri enn hjá kvinnum?
18-07-2024
Hvat er munurin millum "hygge" sexismu og sexismu? Hví er tað týdningarmikið at tosa um sexismu, serliga í Føroyum? Í dag nerta vit við sexismu
11-07-2024
Kanningar vísa, at trúgvandi hava betri sálarheilsu enn tey, ið ikki trúgva. hvussu ber hetta til? Í dag nerta vit við trúgv og sálarheilsu
04-07-2024
Hvussu er tað at fáa at vita, at møguleikin at gerast við barn er ósannlíkur? Hvussu ávirkar infertilitetur kvinnuna og parløg? Í dag nerta vit við einsemi
01-07-2024
Hvat inniber tað at vera foreldur anno 2024? Hvussu hevur foreldraskapur broytt seg? Nert ikki við er aftur, hesa ferð nerta vit við tað at vera foreldur anno 2024
20-06-2024
Hvussu ynskja vit at framtíðin í psykiatriini sær út? Hvørji tilboð eiga at raðfestast? Hvat halda vit um nýggja tilboðið um, at læknavaktin fær psykiatriskar førleikar?
06-06-2023