Nert ikki við

Vit nerta við forelskilsi og hjartasorg
30-11-2022
P2
Vit hava øll roynt tað. At verða forelskaði og fáa okkara hjarta knúst. Men hvussu ávirkar hesin rúsurin okkum, og hvat gery tú, tá ið tú ikki longur hevur atgongd til rúsin?

Í dag nerta vit við forelskilsi og hjartasorg og alt tað, ið fylgir við.

Vit tosa við Silju Dalfoss Kærbech og Jóan Paula Dahl Jacobsen, um teirra upplivingar við forelskilsi og hjartasorg.

Vit hoyra um alt frá tí fyrsta forelskilsinum og djúpu hjartasorgini, har ið ein kennir seg maktarsleysan, til hvussu ein túrur til Kýpros broytti alt fyri parlagið hjá Jóan Paula.

Til tað fakliga sjónarmiðið hava vit prátað við Kristinu á Løgmannsbø, parterapeut og sexolog, um, hvat forelskilsi og hjartasorg ger við okkum, hvussu tað kann ávirka okkara sálarheilsu og broyta okkum sum menniskju.

Nert ikki við

Nert ikki við er sending, sum fer at nerta við evni, ið vit vanliga ikki nema við viðvíkjandi sálarheilsu í Føroyum. Hvør sending hevur ein persónligan og ein fakligan vinkul.  Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Eg fekk ikki frið. Tað gjørdist so ógvusligt í fimta flokki, at eg bleiv vaskað av næmingum í flokkinu. Eg gjørdist blá øll sum eg var. Tá søgdu míni nærmastu, at nú var nokk
06-12-2022
Vit hava øll roynt tað. At verða forelskaði og fáa okkara hjarta knúst. Men hvussu ávirkar hesin rúsurin okkum, og hvat gery tú, tá ið tú ikki longur hevur atgongd til rúsin?
30-11-2022
Annar hvør danskari og triði hvør føroyingur fara hvør til sítt. Veruleikin er, at hjúnaskilnaður er ógvuliga vanligur, men hví er evnið so torført at tosa um?
23-11-2022
  •