Føroyska landsstýrið fær sum vátan vøttin á fyrsta fullveldisfundinum við donsku stjórnina í Keypmannahavn í mars 2000.
Danska stjórnin leggur nú meinbogar í vegin fyri føroysku ætlanunum. Skiftistíðin skal vera so stutt, at føroyingar fara at himprast at atkvøða fyri fullveldisætlanini á einari fólkaatkvøðu. Landsstýrið og danska stjórnin samráðast við jøvnum millumbili, men langt er millum partarnar. Fýra fundir eru í alt í 2000 - allir í Keypmannahavn.
Eingin semja fæst, og til endans slitnar. Nú stendur á í fullvedissamgonguni. Ósemja er innanhýsis um kósina. Tað tekur at losna millum stóru flokkarnar í samgonguni - Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin. Annar sýtur at víkja frá upprunaligu stevnuni, hin talar fyri eini hóvligari kós. Tað stendur til at bresta, men til endans ganga teir saman aftur.
Neyðsemjan ber í sær, at farast skal undir eina skipaða yvirtøkuætlan - heimastýrislógin skal tømast. Men brátt taka onnur, myrk skýggj seg upp á luftini, og nú býðist ikki bøtur hjá fullveldissamgonguni.
Føgru hugsjónirnar um einar frælsar Føroyar syndrast so líðandi. Og tá ið danska kongshúsið í 2005 vitjar í Føroyum er alt aftur, sum tað plagdi at vera.
Niðurstøðan hjá føroyingum tykist vera sum hjá Rasmusi Effersøe í 1895: best man vera sum er.
Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis