Plátupanelið

Plátupanelið #006 (Rick Rubin)
04-02-2023
Heimskendi amerikanski tónleikaframleiðarin Rick Rubin er tema í sættu útgávuni av Plátupanelinum

Rick Rubin er ein tann mest slóðbrótandi tónleikaframleiðarin seinastu 40 árini og er evnið í hesari útgávuni av Plátupanelinum.

Rick Rubin stovnaði í 1984 legendariska plátufelagið Def Jam Records saman við Russel Simmons, og var við til at sjósetta yrkisleiðirnar hjá LL Cool J, Beastie Boys, Public Enemy og mongum øðrum.

Def Jam Records flutti hipp hopp út í meginstreymin - úr littu ghetto'unum í USA og inn í hvítu forstaðirnar -, og úrslitið síggja vit í dag, nú hipp hopp hevur ognartikið altjóða tónleikapallin.

Men Rick Rubin, sum í dag verður róptu guru, hevur framleitt alt millum himmal og jørð seinastu 40 árini. 

Í tveir tímar velur Plátupanelið sangir av plátum, sum Rick Rubin hevur framleitt, og talan er um tveir sera fjøltáttaðar tímar við tónleiki.

Gleðið tykkum til alt frá country og americana til rapp og hipp og popp og rokk og tungmálm. 

Í Plátupanelinum í dag eru:

  • Guðrið Hansdóttir, tónlistakvinna
  • Eiler Sørensen, tónleikanørd
  • Fróði Løkságarð, tónleikakønur og fyrrverandi tónleikasamskipari í Kringvarpi Føroya.

Plátupanelið

Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.  Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.  Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.  
Dania O. Tausen er vertur fyri sendingini, ið er eitt reint kvinnupanel við Eivør Pálsdóttir, Guðrið Hansdóttir og Sunneva Háberg Eysturstein. Tær velja tónleik hjá kvinnum
04-03-2024
Evnið í sendingini er "comeback-plátur", sum eru plátur, ið skilmarka eina afturkomu hjá tónleikabólkum ella einstaklingum
03-02-2024
1994 var eitt sera spennandi ár tónlistarliga, tí tað lá mitt á vegamótinum millum grunge-alduna úr USA og Britpop-brotaskjógvin úr Bretlandi
06-01-2024
Hvørjar vóru bestu pláturnar, ið komu út í 2023 bæði her heima, men eisini úti í heimi. Tað gevur Plátupanelið sítt boð uppá
31-12-2023
Plátur frá tónleikaárinum 2013 verða lagdar undir nálina í 13. útgávuni av Plátupanelinum
02-12-2023
Nakrar av bestu og sterkastu plátunum frá 1988 verða lagdar undir nálina í 12. útgávuni av Plátupanelinum
04-11-2023
Debutplátur, altso fyrstu heildar útgávurnar hjá tónlistafólkum og -bólkum, eru evnið í 11. útgávuni av Plátupanelinum
07-10-2023
Tónleikaárið 1973 er tema í fyrsta Plátupanelinum í seasong tvey hjá sendingini
02-09-2023
1998 var árið, tá Google varð sett á stovn, og Viagra kom á marknaðin. Men 1998 var eisini eitt máttmikið tónleikaár, og tí er 1998 tema í 9. útgávuni av Plátupanelinum
06-05-2023
Tónleikaárið 2003 er evnið í áttandu útgávuni av Plátupanelinum, sum er mannað við Knút H. Eysturstein, Fróða Løkságarð og Eileri Sørensen
01-04-2023
Eivør Pálsdóttir, Lena Anderssen, Sunneva H. Eysturstein og Dania O. Tausen velja tónleik, ið kvinnur framføra
04-03-2023
Heimskendi amerikanski tónleikaframleiðarin Rick Rubin er tema í sættu útgávuni av Plátupanelinum
04-02-2023