Repopplikkin

Bitcoin milliardingar, Harry Styles og meira Johnny Depp í Repopplikkini
03-06-2022
P26
Hesuferð í Repopplikkini práta David og Bjørk um Bitcoin ríkmannin, Niklas Nikolajsen, nýggju LP'ina hjá Harry Styles, úrslitið í Johnny Depp rættarmálinum og Mentunarnáttina.

David og Bjørk eru glað fyri at gera Repopplikkina saman aftur, og hava nógv uppá hjarta. 

Prátað verður um pr stuntið hjá Bitcoin konginum, Niklas Nikolajsen. Hann koyrdi nevnliga runt í Keypmannahavn og blakaði 100.000 krónur út, í 50 seðlum, er maðurin svakur ella genialur?

Tey bæði ummæla eisini nýggju fløguna hjá Harry Styles, "Harry's House".

Mentunarnáttin 2022 verður eisini stutt viðgjørd.

Í síðsta parti prátaðu David og Bjørk um rættarmálið við Johnny Depp og Amber Heard, men nú er dómurin fallin. Lurtað við, og hoyr hvat tey bæði halda um úrslitið av rættarmálinum. 

Repopplikkin

Bjørk og David eru systkinabørn. Tey elska tónleik, at lurta eftir tónleiki, at vísa hvørjum øðrum tónleik og at tosa um tónleik. Tí er repopplikkin ein systkinabarnasamrøðusending um tónleik
Tað er Spæl føroyskt-vika og tað hóskar so sera væl til tjóðskaparsinnaða vertin í Repopplikkini.
11-03-2022
FMA er í hondum og Bjørk hevur tosað við nøkur fólk, sum eru 100 prosent inni í tingunum
04-03-2022
Alt hendir í senn; allur heimurin heldur ondini og samstundis verða nýggj løg og nýggjar plátur útgivnar. Vit tosaa eisini um hjálparpakkan til listafólk og Amatøroyar
25-02-2022
Bjørk hevur fingið Trom-fepur og er, eins og allir aðrir føroyingar, superimponerað av røðini. Tí hevur hon prátað við tveir tónleikarar, sum er partur av ljóðmyndini í Trom
18-02-2022
Bjørk er boðin - ella hevur bjóðað sær sjálvari - heim til tveir av Føroya fremstu tónleikarum á sínum øki
11-02-2022
Bjørk tekur pulsin á føroyska tónleikapallinum og kann staðfesta, at hann er høgur. Sera høgur
04-02-2022
David er í sóttarhaldi, so Bjørk stýrir einsamøll teknikkinum í útvarpsstovuni. Heilt einsamøll er hon tó ikki, tí dugnaligu dreingirnir í Telemama eru við í sendingini
14-01-2022
Bjørk og David eru næstan komin yvir nýggjársfepurin og hava funnið teir bestu av teimum bestu filmsklassikarunum fram, og tey spæla yndissangin úr júst hesum filmum
10-01-2022
Repopplikkin heldur nýggjár og ger tað við maner. Tveir tímar av einum nýggjársbraki, sent nýggjársaftan við gestum, cocktails, heiðurslønum og góðum tónleiki
05-01-2022
2. jólakvøld er veitslukvøld, Bjørk og David skulu bæði í veitslu og tí hita tey okkum øll upp til ársins næstseinastu veitslu
29-12-2021
Systkinabørnini Bjørk og David hava funnið nýggjar og gamlar føroyskar jólaklassikarar. Tey eru bæði samd um, at tað verða eini nostalgisk og hugnalig jól í ár
23-12-2021
Í dag tríva David og Bjørk í eitt álvarsamari evni, enn tey vanliga gera, nevnliga kynsumboðanina í tónleikinum, tey spæla og í tónleiki, sum verður spældur sum heild
14-12-2021