- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Jákup hevur gingið á musikkskúlamiðnámi í Havn og er upprunaliga klassiskur pianistur sum í síðstuni er farin at eksperimentera við jazzi og popptónleiki.
Knút hevur eina MA í tónleikavísund, er í løtuni phd lesandi í tónleikaútbúgving og hevur eisini undirvíst í nýggju listaligu útbúgvingini á Setrinum, Tónlist.
Dania O. Tausen og Beinir Bergsson tosa við listamenninar um tað at skúla seg innan tónleik og hvat tað ger við kreativitetin og teirra samleika og ljóðmynd sum tónlistafólk.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.











