- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi
Jens og Ósbjørn mugu báðir brúka oyruni tá teir arbeiða við ljóði í rúmum. Teir arbeiddu saman um eina ljóðinstallatión í býráðshúsinum hjá Eysturkommunu fyri nøkrum árum síðani, men arbeiða eisini dagliga við at lurta eftir landslagnum rundan um seg. Tá Ósbjørn sniðgevur bygningar má hann hugsa um byggisiðvenjur, praktikalitet, akkustikk og landslagið rundan um. Jens arbeiðir sum framleiðari og tónlistafólk, har hann td. brúkar nógva tíð at ljóðblanda útgávur hjá øðrum, sum hann setur sítt egna fingramerki á. Hann lurtar aftur og aftur og má eisini lurta eftir meiningunum hjá listafólkunum, eins væl og brúka sína egnu vitan. Hann hevur eisini eitt ótal av verkætlanum, har hann m.a. skapar hugløg til leikir, ella upptekur ljóð í Eysturoyartunnellini ella ger ljóðinstallatiónir til framsýningar. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við teir um teirra listaligu tilgongdir og hvussu teir brúka oyruni í sínum dagligdegi.