Sendingar (teknmálstulkað)

Tey serligu børnini - teknmálstulkað
13-05-2025

Emma er hálvt ár og stríðist við at læra at venda sær, Eyð er 19 ár og gongur í miðnámsskúla, og Elin er fylt 32 og er flutt í nýggja íbúð. Tær tríggjar hava tað í felag, at tær eru føddar við Downs Syndromi.

Í grannalondunum verða næstan eingi børn fødd við Downs syndromi longur. Men í Føroyum verður enn í miðal eitt barn við Downs føtt um árið, og seinasta árið eru heili fimm Downs børn komin afturat í Føroyum.

Dagmar Joensen-Næs og Jónfinn Stenberg gjørdu sendingina.

Sendingar (teknmálstulkað)

Teknmálstulkaðar sendingar og sendirøðir av ymsum slagi eru at finna her.