- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendingar (teknmálstulkað)
Krígsbørnini ? seinna sending.
Hundraðtals føroyskar kvinnur funnu saman við bretskum hermonnum, tá hesir hersettu Føroyar undir seinna heimsbardaga. Nógvar giftust í Onglandi, men aðrar stóðu eftir sum einligar mammur. Tær vóru fyri eini stórari eyðmýking, tá faðirskapsmálið kom fyri í rættinum.
Fleiri av krígsbørnunum vóru illa happaði, bæði av børnum og vaksnum. Mammurnar vildu treyðugt siga børnunum frá um pápan, og mong bíðaðu í fleiri áratíggju við at leita eftir sannleikanum um pápan, sum ikki kom aftur til Føroyar eftir kríggið.
Lag til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.

Sendingar (teknmálstulkað)
Teknmálstulkaðar sendingar og sendirøðir av ymsum slagi eru at finna her.