Í útvarpsrøðini Sjógvurin og vit kanna vit, hvussu sjógvurin ávirkar okkum - fólkið í Føroyum
Farnu sjey vikurnar hava vit spurt, hvønn týdning tað hevur havt fyri okkum føroyingar, at vit eru umgird av havinum – vit hava spurt, hvussu vandin á sjónum hevur ávirkað okkara lyndi. Og um sjógvurin er viðvirkandi til, at vit eru tað mest trúgvandi fólkið í norðanlondum. Vit hava eisini spurt, hvussu sjógvurin ávirkar føroyska búskapin. Og hvussu tað, sum vit eta, er myndað av okkara geografisku staðseting mitt í Norðuratlantshavinum. Vit hava eisini viðgjørt, spurningin um, hvussu sjógvurin ávirkar javnstøðuna millum kynini og hvussu vit hava brúkt sjógvin at uppala ungar, óargarligar menn og hvørja ávirkan tað hevur havt á kriminalitetin í Føroyum.
Og aftaná sjey vikur við nógvum spurningum, nógvari viðgerð og líka so nógvum svarum, so kunnu vit koma til ta – ikki óvæntaðu – niðurstøðuna, at tað, at vit eru umgird av sjónum, er avgerandi fyri, hvussu okkara samfelag sær út og hvussu vit føroyingar eru sum menniskju.
Tí sjógvurin hevur givið og tikið. Sjógvurin hevur umvent okkum, uppalt okkum og ikki minst so hevur hann sett seg í okkara mentan; Okkara gerandismál er fult í maritimum referansum og sjógvurin upptraðkar javnan í okkara bókmentum, listaverkum og í okkara tónleiki.
Í hesum sjeynda og seinasta parti av útvarpsrøðini Sjógvurin og vit lýta vit aftur á tær upplýsingarnar, sum vit hava savnað saman seinastu vikurnar.