Orð og løg frá Jóan Jakku Guttesen hava í mong ár ríkað føroyska tónleikaheimin.
Fáur megnar sum Jóan Jakku og hansara vinfólk í Tinganesti og Vágaverki at fáa lív í fjøldina á konsertum og festivalum.
Rock´n´roll og hippierørsla í 60unum myndaðu unga gávuríka mannin úr Sørvági, sum ikki vildi vera akademikari sum vinmenninir, men setti æru í at vera proletarur.
Dagmar Joensen-Næs og Jens Jákup Hansen gjørdu sendingina.