Spískamarið

Spískamarið: Kúgvin
27-10-2022
So er Spískamarið aftur á ferð! Og hesaferð snýr tað seg um føroyska landbúnaðin.

Í fýra sendingum vitjar Spískamarið bø og garðar kring Føroyar og kannar, hvussu alt byrjaði, hvussu tað gongur í dag, og hvussu framtíðin kann síggja út. Fyrsti partur, Kúgvin, snýr seg um, hvussu týdningarmikil kúgvin var fyri Føroya fólk upp gjøgnum tíðirnar. Gutti vitjar Sigert á Vatnaskørðum, har slakta tey eina kúgv, sum hevur tænt fyri seg. Síðani fer Gutti at gera ost á mjólkarvirkinum, vitja eitt sera matligt tjald á Bacalao, og hann endar ferðina við at borðreiða fyrsta floks osso buco og tatar í Kirkjubø.

Sendingarnar eru tiknar upp í 2020/2021 undir koronutíðini. Nógv er hent síðani tá, og tí kann tað koma fyri, at summi fólk ikki gera tað sama í dag, sum tey gera í sendingunum. Hinvegin er matgleðin enn tað sama, sum hon altíð hevur verið - Sonn matgleði!

Spískamarið

So er Spískamarið aftur á ferð! Og hesuferð snýr tað seg um føroyska landbúnaðin. Í fýra nýggjum sendingum vitjar Spískamarið bø og garðar kring Føroyar fyri at kanna, hvussa alt byrjaði, hvussu tað gongur í dag, og hvussu framtíðin fer at síggja út. 

NB! Sendingarnar eru upptiknar í 2020/2021 undir koronutíðini. Nógv er hent síðani tá, og tí kann tað koma fyri, at summi fólk ikki gera tað sama í dag, sum tey gera í sendingunum. Hinvegin er matgleðin enn tað sama, sum hon altíð hevur verið - Sonn matgleði!

So er Spískamarið aftur á ferð! Og hesaferð snýr tað seg um føroyska landbúnaðin.
27-10-2022