Spískamarið

Spískamarið: Veltan
10-11-2022

Fyri fyrstu ferð í søgu Spískamarsins verður ikki blóðdropin at síggja í eini Spískamars-sending. Gutti er farin kanningarferð á Sands-fløtuni, har tað grør um gangandi fót við alskyns grønmeti. Kanningarferðin endar við einari rimmar grønmetisveitslu í Veltuni.

Spískamarið

So er Spískamarið aftur á ferð! Og hesuferð snýr tað seg um føroyska landbúnaðin. Í fýra nýggjum sendingum vitjar Spískamarið bø og garðar kring Føroyar fyri at kanna, hvussa alt byrjaði, hvussu tað gongur í dag, og hvussu framtíðin fer at síggja út. 

NB! Sendingarnar eru upptiknar í 2020/2021 undir koronutíðini. Nógv er hent síðani tá, og tí kann tað koma fyri, at summi fólk ikki gera tað sama í dag, sum tey gera í sendingunum. Hinvegin er matgleðin enn tað sama, sum hon altíð hevur verið - Sonn matgleði!

So er Spískamarið aftur á ferð! Og hesaferð snýr tað seg um føroyska landbúnaðin.
27-10-2022