- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólavsøkudag í 1923 stevndi týski krússarin "Berlin" inn á Havnina við nøkrum ungum kadettum í herflotalæru.
Teir vóru partur av kadettaliðnum Manning 22, sum tann seinni so illa gitni nazisturin, Reinhard Heydrich, eisini var við í.
Umborð á "Berlin" gjørdist Reinhard Heydrich væl við 1. stýirmannin, Wilhelm Canaris, sum mótarbeiddi Adolf Hitler undir seinna heimsbardaga.
Uni Arge hevur skrivað og lagt ljóðmyndina til rættis, og Kári Annand Berg setti saman.
Tak niður
Sendingar, ið ikki eru partur av einari sendingarøð, liggja her.