Niels Juel Arge siglir runt Viðoynna við Jógvani Heinesen. Sendingin er frá 1975. Hetta er triðja sending
Niels Juel Arge sigldi runt Viðoynna við Jógvani Heinesen, eisini kallaður smiðurin, í 1975. Jógvan varð føddur í 1900, og er sostatt javngamal við ein annan kendan viðoying nevniliga Christian Matras.
Jógvan var til skips sum yngri, og lærdi jarnsmíð hjá pápanum og abbanum Heina Jógvan, sum hevði lært jarnsmíð á Skarði og á Skálatoftum. Jógvan festi fýra merkur burtur av Ónagerðishaganum í 1948, og livdi sum bóndi og útróðrarmaður.
Hann var góður kvøðari, og hevði góða sangrødd, men tað er helst sum frágera frásøgumann, at flestu føroyingar minnast hann, frá sendingunum Runt Viðoynna, ið blivu sendar á heysti 1975. Smiðurin doyði 89 ára gamal.