Frásøgumynd um unga telvaran, sum í 1972 kollvelti talvheimin
Í mong ár átti Sovjetsamveldið bestu telvararnar í heiminum, men tá amerikanarin, Bobby Fischer, setti Boris Spasskij stevnu at telva um HM-heitið í Reykjavík í 1972, kollvelti hann talvheimin.
Bobby Fischer hevði tíðliga framúr góð evnir at telva, og sum drongur og ungur maður var hann serstakur. Sagt varð um hann, at hann hevði betri samband við síni talvfólk enn vanlig fólk.
Í hesi frásøgumyndini seta vit sjóneykuna á lívið hjá undurbarninum, Bobby Fischer. Sermerkt við søguni um hann er, at hann bæði vann HM og endaði sínar dagar í gosfjallaríkinum fyri vestan.