Korona, ein trong troyggja og nakrir óðir kekkar eru nakrir av tættunum í hesi ljóðmynd, sum er bygd á samrøður við dómararnar í dystinum, Bárður og Jógvan, umboðsmannin hjá evropeiska hondbóltssambandinum, EHF, Kristian Johansen og samskiparan hjá føroyska hondbóltssambandinum, HSF, Ára Rouch.

Tí fríggjadagin 30. apríl 2021 spældu Føroyar og Kekkia landsdyst í hondbólti. Føroyar vunnu og talan var um besta úrslitið nakrantíð hjá A-landsliðnum.

Men dómararnir vóru føroyingar, sum ongantíð høvdu dømt altjóða dystir áður. Hvussu tað ber til, er tað, Óvæntaða uppgávan snýr seg um.

Hetta er søgan um, hvussu landsdysturin varð útsettur í fleiri umførum og allar tær hugsandi og óhugsandi støðurnar, Bárður Brimvík og Jógvan Skeel Nolsøe komu í, eftir at teir játtaðu at døma dystin.

Jógvan og Bárður í Kringvarpinum í sambandi við upptøkurnar, sum eru gjørdar til hesa ljóðmyndina (Mynd: Rólant Waag Dam)