Á Tvøroyri er framburður og eisini bókstaviliga grør um gangandi fót hjá Turið Vestergaard í Dali, sum er náttúrufólk, ið spákar millum blómur og pílar. Og koladungar.
Turið býr í Trongisvági í Tvøroyar Kommunu. Innarliga í dalinum hava hon og maðurin hús, har stutt er at fara niðan í fjøllini ella oman til Stórá og plantasjuna. Hon er eisini útferðarleiðari, sum á longsta degi fer við fólkum upp á hægsta fjallið í Suðuroynni, Gluggarnar. Turið hevur eina fortíð sum rógvari, og í yrki sínum sum lærari undirvísir hon bæði í svimjing og lívfrøði.
Í sendingini hoyra vit eisini um aðrar útferðir har á leiðini, umframt at prátað verður um ítrótt, kolasøguna, barndóm, og framtíðarútlit fyri Tvøroyri sum heild.
Verturin og gesturin sita í eini stovu í Trongisvági og líta út yvir dal og fjøll. (Gestastovan 19. juli 2021).