Seinni árini eru fleiri bøkur útkomnar, ið viðgera føroyska søgu.
Tvær teirra ganga beint ímóti barnalærdóminum.
Nýggju útleggingarnar, ið koma fram av eldri søguligum tilfari, kunnu bæði tykjast ørkymlandi og sannførandi, og hetta kann órógva lesaran, tí hvørjum skal hann trúgva?
Eitt mótrák er komið í føroyskari søguskriving. Er føroyska søgufatanin við at flyta seg? Og kunnu vit vænta eina meira margbroytta Føroya søgu í nærmastu framtíð?
Hvat er tað, ið søgufrøðingar og leikfólk eru uppi ímóti, tá føroysk søga skal skrivast?
Luttakarar: Dan Reinert Petersen, Charlotte Langkilde, Kári Mikkelsen, Hans Andrias Sølvará, Turið Christophersen, Erika Heyfield og Óli Breckmann.
Lagt til rættis: Hans Stephanson Egholm