Henny Egholm (2:2): Skúlagenta í Havn undir trongum korum
20-06-2022
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
Sum vit hoyrdu í fyrra partinum vaks Henny upp hjá skyldfólkum í Hvalba, samstundis sum mamman Sanna arbeiddi í Havn. Lærarin í Sumba helt at hon lærdi so væl, at hon átti at fara til Havnar at ganga í skúla. Og tað bleiv veruleiki í 1943, tá hon sum 12 ára gomul kláraði upptøkuroyndina og fór til Havnar at ganga í millum- og realskúla.
Henny hevur ongantíð kent pápa sín. Sum smágenta fekk hon at vita, at pápin var norðmaður og æt Hans Hansen. Hann og mamman hittust í Íslandi, har mamman, Sanna, tænti. Og síðani fór norðmaðurin víðari við skipinum Ulf, sum gekk burtur við mann og mús við Norðurísland, áðrenn Henny varð fødd. Hon bleiv uppkallað eftir pápa sínum.
Alla tíðina í uppvøkstrinum hevði Henny ein dreym um at fáa okkurt at vita um ættina hjá sær í Norra.