GESTASTOVAN: Eysturoyartunnilin hevur ikki ført meg nærri Havnini
25-07-2022
Sigur klaksvíkingurin Sonhard Johannesen, sum í 2011 var við í 'Fólksins rødd' sjónvarpsrøðini, har hann slóg eitt slag fyri Klaksvík, og segði sushi ikki hóska sum føði.
Gestastovan 2022: Yvirskipað verða nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 lýst av nýggjum í elllivu sendingum her í 2022, men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Haraftrat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Gestastovan 25. juli 2022
NB: henda sendingin varð tikin upp heima hjá Sonhard Johannesen við Rættargøtu í Klaksvík, tí Sonhard ikki vildi koma til Havnar at gera sendingina.