GESTASTOVAN: Súsanna fegnast um okkara sosiala førleika og lestrarhug
08-08-2022
Súsanna Olsen er stjórnmálafrøðingurin sum undirvísir á Setrinum og stillar upp politiskt. Frá 1982 til 2011 hevði hon bústað í Danmark, men longsulin rak hana heim aftur.
Hon heldur Føroyar vera langt frammanfyri onnur lond í sosialari savningarmegi. Súsanna vil, at Føroyar eru eitt sosialt-liberalt samfelag. Eisini vil hon, at eitt altjóða Campus Nóatún lestrarumhvørvi verður stovnað, eins og miðdeplar til vaksnamannafrálæru.
Um sendingina:
Yvirskipað verða nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 lýst av nýggjum í elllivu sendingum her í 2022, men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Haraftrat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.