Jukim Olsen (1922-2011) og Niels Juel Arge sigldu runt Svínoynna í 1978 og burturúr tí komu fýra sendingar við frásøgnum um Svínoynna.
Hann sigur frá søgum og staðarnøvnum á drangum, rókum, gilum, nesum, fjøllum og bakkum og hendingum, sum knýta seg til teirra.
Jukim hevði stóran áhuga fyri søgu og slekt og slepti ongantíð eyðkenda svínoyarmálinum, hóast hann sigldi úti í fleiri ár og seinni búsettist í Havn.
Jukim lærdi fyrst til skipsførara og sigldi úti í nøkur ár, men flutti so heim og sigldi við "Reyða krossi", áðrenn hann tók upp starv sum landmátari á Matrikulstovuni. Hann giftist Elsebeth Sloan í Havn.
Jukim var sonur Elsebeth Malenu og Jógvan á Geilini í Svínoy. Jukim, sum eisini hevði sína dagligu gongd í Ebenezer, var einnevndur í Føroyum, uppkallaður eftir abbanum Jústines og ommuni Katrina Malena.