Beinleiðis ólavsøkusending við samrøðum, práti, frásagnum og tónleiki
Fyrrapartin hava vit verið til ólavsøkuguðstænastu í Dómkirkjuni, har ið Ove Brim, prestur, prædikaði, vit hava sæð skrúðgonguna við prestum, bispi, løgtingskvinnum og -monnum, landsstýriskvinnum og -monnum, og løgmanni og øðrum ? og fyri fyrstu ferð síðani Havnará lat uppaftur.
Nýggj tingseta er byrjað og fyri fyrstu fer varð tingið sett av einari løgtingsforkvinnu, løgmaður hevur hildið sína fyrstu ólavsøkurøðu síðani løgtingsvalið í fjør, og risastóra ólavsøkukórið hevur sungið undir leiðslu av Tóru Vestergaard.
Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara ? og ólavsøkuhjartað er Havnin, har ið flest øll halda ólavsøku.
Men tað er eisini tey, sum halda ólavsøku um landið ? og uttanlands, samstundis sum fleiri eisini eru til arbeiðis.
Og komandi sløku tríggjar tímarnar ella so fara vit at taka ólavsøkupulsin um landið, og eitt nú fregnast um hvussu fólk halda ólavsøku á útoyggj og aðrastaðni.
Umframt ólavsøkupulsin fara vit eisini - nú á ólavsøku, at ummæla nýggju Havnará úr arkitektoniska sjónarhorninum.
Og nú Merkið er vundið á stong á ólavsøku, fregnast vit eisini um flagglógina, samstundis sum vit eisini hava funnið nøkur sera forkunnug ólavsøkubrot úr bandasavni kringvarpsins.
Tú kanst hoyra sendingin her!