Tann 6. oktober 1992 fór Sjóvinnubankin av knóranum. 10 ár eftir lýsti útvarpið djúpu kreppuna.
6. oktober vóru 25 ár síðani, at búskaparkreppan av álvara tók seg upp, tá fyrst Sjóvinnubankin og síðani Føroya Banki fóru av knóranum.
Sum fráleið fór meginparturin av føroyska vinnulívinum á húsagang, og danska stjórnin setti føroyska heimastýrið lutvíst undir umsiting.Í trimum sendingum og einum orðaskifti lýsti útvarpið djúpu búskaparkreppuna 10 ár eftir skakandi tilburðirnar fyrst í 1990-árunum.