Sending í tveimum pørtum um størstu vanlukkuna í nýggjari danskari verjusøgu, sum hendi í Vágum ein gráan dag í august 1996.
3. august 1996 var danski verjuovastin, Hans Jørgen Garde, við fylgi á veg til Føroyar á almenna vitjan. Undir innflúgvingini til flogvøllin í Vágum dettur flogfarið niður í Selvík beint uttanfyri Sørvág, og øll níggju umborð, átta danir og ein føroyingur, lata lív.
Hoyr sendingarnar um størstu vanlukkuna í nýggjari danskari verjusøgu, fortalda av nøkrum av teimum, sum vóru til staðar vanlukkudagin fyri 22 árum síðan.