Føroysk dokumentarsending um mutursgøluna hjá Samherja í Namibia og um søguna hjá Samherja í Føroyum
Føroysku feløgini blivu brúkt til at sleppa undan skatti í Namibia, sigur Jóhannes Stéfansson, sum var stjóri fyri Samherja í Namibia, og sum er blivin heimskendur sum varskógvari í gøluni, sum løgreglur í fleiri londum nú kanna.
Í sendingini verður farið aftur um stóru mutursgøluna hjá Samherja í Namibia og um søguna hjá Samherja í Føroyum.
Lagt til rættis: Jan Lamhauge saman við Barbaru Holm, Una Holm Johannesen, Jógvan Eli Dam og Georg L. Petersen.