Danskur dokumentarur frá 2021, við føroyskum teksti
Fríðrikur krúnprinsur er á ferð í Føroyum - hann kavar í føroyska taraskóginum, hann er úti og fiskar, og so vitjar hann í køkinum hjá meistarakokkinum.
Ímeðan sigur drotningin frá persónligum og søguligum bondum millum kongshúsið og føroyingar.
Sendingin vísir, hvussu kongafamiljan arbeiðir við at tryggja sterku bondini við Føroyar og harvið at halda fast við ríkisfelagsskapin. Kongavitjanir hava verið týdningarmikil partur av hesum átøkum.