Klaksvíksstríðið (1:4)
05-08-2021
"Nazistalæknin" eitur fyrsti partur av donsku dokumentarrøðini um, tá borgarakríggj mundi brostið á í Føroyum
Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, kannar, hví Danmark sendi 120 løgreglufólk til Føroya við maskinbyrsum og hundum.
Tá uppreistrarsinnaðir klaksvíkingar svarar aftur við at steingja havnina við skipum við dynamitti, kemur danska stjórnin upp í málið.
Nú veksur hatrið millum tey í býnum, sum eru fyri læknanum, og tey, sum eru ímóti.
Fyrsti partur snýr seg um Olaf Halvorsen, nazistalæknan, og hvørt hann var hetja ella landssvíkjari.