Í røðini "UM" frá 2003 verður eitt serstakt evni viðgjørt í hvørjari sending. Fyrsta sendingin fer at snúgva seg UM tað yvirnatúrliga. Vit skulu m.a. hitta ein klaksvíking, sum er framsíggin - tvs. hann kennir altíð á sær, tá okkurt fer at henda, av bæði ringum og góðum. Vit skulu hoyra um eitt ur, sum skikkar sær løgið, um eini kend hús í Havn, haðani nógvar løgnar frásagnir eru, og so vitja vit eitt húski í Nólsoy, sum hevur eitt sokallað hússpøkilsi.