Tíggju ár eru nú liðin, síðani vit fingu nýggja rúsdrekkalóg, og fyri fyrstu ferð síðani 1908 bar aftur til at keypa rúsdrekka her í landinum. Men hvat er hent hesi tíggju árini? Hvar eru vit í dag? Drekka vit meira, drekka vit øðrvísi og hvat við teimum ungu?
Eitt er kortini vist, og tað er, at Havnin hevur fingið eina nýggja matstovumentan. Síðani 1992 er talið av matstovum økt munandi, og í dag eru sjey matstovur í býnum, sum hava skeinkiloyvi. Harafturat hava eisini fleiri kaféir og barrir latið upp hesi seinastu árini. Hesin vøkstur tykist ikki at vera so týðiligur kring landið.
Ongar stórvegis broytingar eru gjørdar í rúsdrekkalógini hesi tíggju árini, men nú er landsstýrismaðurin í vinnumálum á veg í tingið við nøkrum reguleringum, sum m.a. snúgva seg um skeinkiloyvini.