Í røðini "UM" frá 2003 verður eitt serstakt evni viðgjørt í hvørjari sending. Øll verða vit feitari og feitari. Samanbera vit okkum við tøl úr hinum norðanlondunum, so eru umleið 3.000 føroyingar í feitara lagi. Orsøkirnar eru, at vit eta ov nógv, eta ikki nóg heilsugóðan mat, og at vit sita meiri en flyta okkum. Nógv royna at sleppa sær av við pundini, og tilboðini um hjálp til hetta tróta ikki. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí útlendskar kanningar vísa, at tað er tungt hjá nógvum at halda vektini niðri. Skulu nøkur ítøkilig úrslit spyrjast burturúr, er neyðugt at byrja áðrenn pundini eru komin upp á. Við øðrum orðum at børnini læra at eta heilsugóðan mat og røra seg nógv.