Fjórða sending um føroyska virksemið í Grønlandi. Hon hevur fingið heitið "Kollvelting í oyðimørkini" og er um Føroyingahavnina, sum var sjálvur handils- og ídnaðardepilin. Hvussu gjørdust teir beru klettarnir, sum føroyingar komu til í1927 til ein nútímans bý við kókandi virksemi? Og hvør gjørdist lagnan hjá Føroyingahavnini? Samrøður eru við millum onnur við hesar: Svend Thulesen, stjóri á Nordafar 1960-65. Martin Ejdesgaard. Tórstein Christiansen. Karl Jespersen. Kaj Hjalgrímsson. Lars Emil Johansen, landsstýrisformaður. Bjarnheðin í Hoyvík og Høgni Hoydal leggja til rættis.