Mongu minnisvarðarnir, ið standa kring landið, bera ein tigandi vitnisburð um, at tað føroyska samfelagið allarhelst telist millum tær heimsins tjóðir, ið hava mist flest fólk á sjónum í lutfalli til fólkatalið. Í sendingini verður greitt frá trimum vanlukkutilburðum í føroyskari siglingarsøgu, ið hóast teir eru ymiskir, allir hava tann sama lemjandi missin við sær. Lagt til rættis hevur Jóannes Lamhauge.