Innsavning til frama fyri Sinnisbata og KRIS í sjónvarpinum 6. nov., send beinleiðis úr Mentanarhøllini á Eiði. Tá ið korona byrjaði at gera um seg í fjør, noyddust ymiskir hjálparfelagsskapir at broyta mannagongdir í sambandi við innsavningar fyri at verja sjálvboðin og stuðlar mótu koronu. Vit sóu m.a. hetta, tá Reyði Krossur hevði árligu landsinnsavningina í sjónvarpinum í staðin fyri vanligu hurð-til-hurð innsavningina, og hesin mátin at skipa innsavning upp á riggaði væl. Í ár hava felagsskapirnir Sinnisbati og KRIS eisini gjørt av at skipa sína innsavning sum eina sjónvarpssending, ið verður send úr Mentanarhøllini á Eiði og víst beinleiðis í Kringvarpinum. Talan verður um eina sending við samrøðum, tónleikaframførslum og innsløgum. Vertir: Sára Jógvansdóttir og Tórður Mikkelsen. Samskipari: Sára Jógvansdóttir. Framleiðari: Rúni Friis.