Í samband við sendirøðina "Vit herja á" - um strembanina at vinna føroyskum fótbólti altjóða viðurkenning - hittust teir, sum settu Føroyar á heimskortið í fyrstu dystunum í altjóða fótbólti í 1990. Teir átta á Landskrona-liðnum, sum búgva í Føroyum, hittust ein sunnudag á vári 2020. Fyrst settust teir saman at hyggja at fyrra hálvleiki av dystinum móti Danmark í Parkini, sum var ein mánað eftir minniliga sigurin á Eysturríki á heysti 1990. At síggja seg sjálvar aftur í fullsettu Ítróttaparkini í Keypmannahavn mundi ivaleyst festa í aftur ta glóð, sum ongantíð er útkólnað í teimum, tí millum hesar menn valdar ein serstakur felagsskapur. Tá sýningin var av, var tað, sum losnaðu tungubondini á gomlu liðfeløgunum. Góðsligar glósur og hissini prik ertaðu láturin, so hvørt sum minnini róku fram fyri hugan á teimum. Í hesari sendingini fær hyggjarin høvið til at vera flugan á vegginum í skiftirúminum, tá Landskrona-hetjurnar hava sín tretivu ára jubileums triðja hálvleik. Í sendingini eru Jens Martin Knudsen, Jóannes Jakobsen, Tummas Eli Hansen, Allan Mørkøre, Torkil Nielsen, Jan Dam, Ábraham Løkin og Kári Reynheim. Lagt til rættis: Suni Merkistein & Jónfinn Stenberg.