Gongur tú á fjøllunum ein góðan dag og gevur tær stundir at hyggja at landslagnum, so er mangt at fáa eygað á. Til dømis allar tær mongu rásirnar og gøturnar, ið ringja seg um brattlendi og slættlendi, og mangan sæst væl, at mannahond hevur gjørt ábøtur, so gøtan er trygg at ferðast á. Hesar bygdagøtur eru tó við at kámast burtur, tær liva einamest í minninum hjá teimum eldru fólkunum. Í tveimum sendingum fer Jákup Pauli Nielsen úr Fámjin at greiða frá bygdagøtunum úr Fámjin. Lagt til rættis: Zacharias Hammer.